mandag den 6. februar 2012

Hví skulu pedagogar hava fyrireikingartíð?

Dagstovnalógin áleggur okkum m.a. at vit skulu menna tey skapandi evnini hjá børnunum við atliti til at styrkja teirra samleika, sjálvsvirði og sjálvskenslu, at búgva børnini til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldu í einum fólkaræðisligum samfelag, at tryggja børnunum eitt heilsugott og rørsluliga stimbrandi umhvørvi innandura og við uttanumøki, sum hóskar til barnsins aldur og førleika. Eisini er tilhoyrandi kunngerð, ið áleggur allar stovnar at gera námsfrøðilig mál fyri allar aldursbólkar, m.a. málsligir, sosialir og persónligir førleikar, umframt at foreldraviðtalur skulu fyrireikast, ársætlan og vikuætlan osfr. Alt hetta skal eisini javnast eftirmetast fyri at meta um góðskuna, og harumframt er eisini neyðugt at vit dagføra okkara vitan, t.d. við lesnaði og skeiðum. Um vit skulu fáa tíð til alt hetta, umframt ta dagligu tilrættaleggingina á stovuni, veita námsfrøðilig tilboð til børn við serligum tørvi, gera eygleiðingar og skriv til t.d. Sernám ella sosialu myndugleikarnar osfr., er NEYÐUGT við fyrireikingartíð í sáttmálanum, soleiðis at vit kunnu tilrættaleggja hetta, samstundis við at vit trygga børnunum kvalitetstíð, tvs. at fyrireikingartíðin má vera við løn! So er spurningurin til politikararnar: Skulu vit halda lógina og geva børnunum og búðfólkunum eitt menningartilboð, ella skulu vit avtaka lógina (og pedagogútbúgvingina??) og geva teimum eitt ansingartilboð?? Hvat er tað fyri samfelagsborgarar vit ynskja í framtíðini? Skulu vit arbeiða fyribyrgjandi meðan børnini eru á stovni ella skulu vit symptombehandla tá ið trupulleikarnir verða ov stórir í tí unga ella vaksna lívinum? Og til seinast kundu vit spurt: Hvør politikari ella vinnulívsfólk fer á nevndarfund í sínari frítíð uttan at hava fyrireikað seg og uttan at fáa fundarpengar??

Maika Lindeskov Samuelsen

Ingen kommentarer:

Send en kommentar